Fyrst í hesum mánaðinum vunnu Føroyar tveir teprar sigrar: 3-2 á heimavølli móti Malta og síðani 1-0 í Andorra. Hetta var fyrrstu ferð í 23 ár, at Føroyar vunnu tveir dystir á rað í einari kapping - í 1997 var tað tveir 2-1 sigrar á Malta við ikki nógv meira enn einum mánaði ímillum.
Í dag varð nýggjasti styrkislistin hjá FIFA almannakunngjørdur. Greitt er, at Føroyar eru farnar trý pláss fram. Í juli, tá listin seinast varð dagførdur, var føroyska A-landsliðið hjá monnum á 110. plássi. Sigrarnir hava givið 10 stig, og nú eru Føroyar á 107. plássi. Hetta er beint frammanfyri Estland, og lond sum Føroyar taptu ímóti fyri tveimum árum síðani, Aserbadjan og Kosovo, eru stutt niðanfyri. Hini londini í bólkinum Lettland, Andorra og Malta er nakað væl aftanfyri - serliga Malta.
FIFA styrkislistin fyri september
Topp 10:
1. Belgia
2. Frakland
3. Brasil
4. Ongland
5. Portugal
6. Uruguai
7. Spania
8. Kroatia
9. Argentina
10. Kolumbia
—
16. Danmark
18. Svøríki
41. Ísland
44. Norra
56. Finnland
—
107. Føroyar
137. Lettland
138. Andorra
186. Malta
Næsta uppgáva hjá føroyska A-landsliðnum er 7. oktober, tá Danmark tekur ímóti í venjingardysti á MCH Arena í Herning. Tríggjar dagar seinni spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli, og tann 13. oktober er heimadysturin móti Andorra á skránni. Báðir dystirnir á Tórsvølli eru í Nations League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald