Tað var so at siga ongantíð nakar ivi um, at Føroyar í kvøld fóru at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í W19 European Championship í Norðurmakedónia. Heldur varð tað ein spurningur, um hvussu stórur sigurin á Niðurlondum, ið frammanundan hevði vunnið allar sínar dystir, og sum basti vertunum við fýra málum í gjár fór at verða.
Føroyar høvdu tørv á einum sigri fyri at vinna bólkin og í minsta lagi einum javnleiki fyri at vera heilt vís í at koma í hálvfinaluna. Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna, men so fóru føroysku kvinnurnar frá við ferð. Verjan hekk ógvuliga væl saman, við Vár Zachariassen í miðverjuni sum einum av teimum heilt eyðsýndu, og Rakul Wardum í málinum fór at taka frá, og hon stóð ein framúr dyst við einum bjargingarprosenti á næstan 50 samanlagt og nógvum stórbjargingum.
Álopsspælið koyrdi so at siga sum smurt seinastu áleið tjúgu minuttirnar av fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist millum annað væl at spæla Brynhild Pálsdóttir fría á høgra vongi, og hon var ógvuliga trygg. Í fleiri førum var tað Jana Mittún, ið spældi hana fría, og júst Jana gjørdist meira og meira eyðsýnd, sum dysturin leið - millum annað við sínum gjøgnumbrotum og góðu skotum - og hon tók veruliga ábyrgd og gjørdist føroyskur toppskjútti og dagsins leikari.
Brynhild og Jana skoraðu 17 mál samanlagt
Føroyar kundu í roynd og veru verið á odda við fleiri enn níggju málum, tí tvey brotssppørk og ein fríleypari varð brendur móti endanum. Í 2. hálvleiki royndi Niðurlond at koma heilt langt niðan í nøkrum førum og at koyra við tveimum mansverjum, men hóast tað órógvaði í summum førum, so fekk føroyska liiðið hildið áleið sama munin allan vegin. Tað kom ikki tættari enn sjey mál, og tað má sigast at vera eitt ógvuliga flott úrslit. Niðurlendskur hondbóltur hava verið í heilt góðari menning í nógv ár - serliga á kvinnusíðuni - og kvinnurnar gjørdust heimsmeistarar í 2019.
Talan var um eitt sterkt liðavrik við nógvum flottum avrikum, og tað er eingin ivi um, at Mark Lausen-Marcher og Johan Hofgaard høvdu sett liðið væl upp, og at nógvar góðar loysnir eru funnar. Leygardagin er hálvfinala á skránni móti Póllandi, ið gjørdist nummar tvey úr hinum bólkinum - um tann dysturin eisini endar við sigri, so kann tað gerast heilt spennandi.
W19 European Championship
Bólkur 2 - 4. umfar
Føroyar - Niðurlond 29-22 (17-8)
Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 10 mál
Brynhild Pálsdóttir 7 mál
Vár Bentsdóttir Zachariassen 3 mál
Lív Bentsdóttir Zachariassen 2 mál
Elsa Egholm 2 mál
Lea Símunardóttir Lisberg 2 mál
Natasja Hammer 1 mál
Sára Jacobsen 1
Frida Holm Jakobsen 1 mál
Bjargingar:
Rakul Wardum: 16
5.min: 1-2
10 min: 4-3
15 min: 8-4
20 min: 12-6
25 min: 14-6
35 min: 20-10
40 min: 22-12
45 min: 23-13
50 min: 26-17
55 min: 28-20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald