Fótbóltur

Føroyar trýstu Eysturríki í botn, men taptu 3-1

Næsta leygardag og sunnudag spæla Føroyar ímóti Luksemborg og Georgia í Georgia.

(Mynd: CEV)

(Mynd: CEV)

2025-06-22 21:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Silvurligan, menn:

Føroyar – Eysturríki 1-3 (29-27, 17-25, 24-26, 20-25

Fyrsti dómari: Raymond Haamberg
Annar dómari: Dávið Ryan

Hóast Føroyar vunnu fyrsta sett, var ikki nógv sum bendi á tað, tá Eysturríki legði seg á odda 13-7 og 19-13. Føroyar minkaðu tó um munin niður í 19-21, men fingu kortini tríggjar settbóltar ímóti sær, tá Eysturríki legði seg á odda 24-21. Føroyar hóraðu tó undan og javnaðu til 24-24 og fingu settbólt við støðuna 28-27, og hann langaði Thorvald Danielsen lumpisliga í gólvið hjá Eysturríki, ístaðin fyri at heva.

Føroyar fingu eisini framúr byrjan upp á annað sett og fóru framum 6-2 og vóru frammanfyri 10-7, áðrenn Eysturríki javnaði til 10-10. Eysturríki dró síðan frá og vann settið 25-17.

Føroyar løgdu uppaftur betur fyri í triðja setti og fóru framum 8-2. Munurin hevði hug at minka, men Føroyar hildu sær tó frammanfyri til 24-21. Eingin av settbóltunum varð tó gagnnýttur, og við fimm stigum á rað vann Eysturríki settið 26-24.

Føroyar hildu tó fram við góðu gongdini í fjórða setti og fóru framum 10-4 og vóru frammanfyri til Eysturríki javnaði til 13-13, tá Eysturríki fór trý, fýra framum, og at enda vann settið 25-20 og dystin 3-1.

Toppskorari hjá Føroyum í dag var Bjarni Joensen við 19 stigum, og honum á baki kom yngri bróðurin Bjarni við 17. Jóhan Arni Elisson Wang hevði 6 vinnarablokkar í sínum til samans 12 stigum. Thorvald Danielsen er skrásettur fyri 1 vinnarasmassj – settbóltin í fyrsta setti – men sjáldan eru hevararnir nevndir í hagtølunum, men tað átti hann, tí hann stýrdi føroyska spælinum meistarliga.

Næsta leygardag og sunnudag spæla Føroyar ímóti Luksemborg og Georgia í Georgia. Georgia hevur tapt allar sínar dystir; m.a. 3-2 fyri Íslandi, sum Føroyar vunnu 3-2 á.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder