
Eftir 0-1 tapið á Georgia í venjingardysti á útivølli og 2-1 sigurin móti Gibraltar á Tórsvølli, hevur føroyska manslandsliðið vunnið sær 4,62 stig á nýggjasta styrkilistanum hjá Fifa. Føroyar liggja harvið framhaldandi á einum plássi sum nummar 141 av teimum 211 fótbóltstjóðunum í heiminum, beint framman fyri Dominikanska lýveldið og Litava, og beint aftan fyri Turkmenistan og Burundi.
Um hugt verður eftir evropeiska listanum, so liggja Føroyar nummar 48 av 55, framman fyri Litava og Moldova og aftan fyri Lettland og Kypros.
Topp 5 á styrkilistanum er óbroytt. Argentina er ovast, framman fyri Spania, Frakland, Ongland og Brasil.
Danmark er nummar 21, Svøríki nummar 29, Noreg 33, Finnland 69 og Ísland nummar 74.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald