Fótbóltur

Føroyar víðari í HM-undankappingini - hondbóltssøga skrivað

Endaðu stóra hondbóltsvikuskifti á Hálsi við stórsigri á Lettlandi, ið var til EM-endaspælið fyri tveimum árum síðani. Harvið vunnu føroysku menninir bólkin og skulu í mars spæla tveir play-off dystir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-16 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað byrjaði nærum marrukent við fimm-máls tapi móti Luksemborg fríggjakvøldið. Men dramatiski sigurin á Italia í gjárkvøldið gav veruliga føroyingum vón, og í síðsta dystinum í hesum HM-undankappingarbólkinum var samanlagt ongantíð nakar ivi: Føroyar bygdu av álvara uppá sína leiðslu seinna partin av fyrra hálvleiki og koyrdi í seinna hálvleiki sigurin heim.

Tað var ikki tað flottasta hondbóltsspælið eftir steðgin, og Føroyar høvdu millum annað ein málturk á beint yvir tíggju minuttir. Verjuspælið var tó framhaldandi gott, og tað varð ongantíð nakar ivi. Lettar vistu - eftir úrslitið í fyrra dystinum í dag - at teir skuldu vinna ein risasigur, og tað at hetta var órealistiskt merktist sum dysturin leið.

Sigurin merkir, at at Føroyar vunnu bólkin - Italia endaði á 2. plássi - og í mars skulu spæla tveir playoff-dystir - úti og heima - móti einum liði ið eisini er komið víðari úr hesum fyrsta stignum í undankappingini til HM. Talan verður harvið um mótstøðulið, ið kann metast á áleið sama støði sum tað føroyska. Um tað har eydnast at koma víðari, 

Talan er um føroyska hondbóltssøgu - ongantíð áður hevur eitt føroyskt manslandslið á A-stigi spælt seg víðari í einari undankapping.

Samrøður og fleiri myndir seinni - tøl frá dystinum niðanfyri:

Undankapping til HM 2023 - stig 1
Sunnudagur 16.01
Føroyar - Lettland 26-19 (17-10)

Føroyska byrjanaruppstillingin: Pauli Jacobsen – Hákun West av Teigum, Vilhelm Poulsen, Jónas Gunnarson Djurhuus/ Peter Krogh, Helgi Hildarson Hoydal, Tróndur Mikkelsen, Leivur Mortensen

Málskjúttar (mál/skot):
Tróndur Mikkelsen 5/5
Kjartan Johansen 4/4
Filip Jojic 3/6 (2)
Jónas Gunnarson Djurhuus 3/9
Vilhelm Poulsen 3/4 (1)
Leivur Mortensen 2/3
Helgi Hildarson Hoydal 2/3
Peter Krogh 1/2
Hákun West av Teigum 1/2
Pauli Mittún 1/2
Pætur Mikkjalson 1/1


Effektivitetir: 25/43 (tvey blokera skot)
Tekniskar villir: 6


Bjargingar:
Pauli Jacobsen 8/26
Nicholas Satchwell 0/2 (bæði brotskøst)

Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 5-3
15 min: 7-6
20 min: 10-8
25 min: 13-9

35 min: 18-12
40 min: 20-13
45 min: 21-15
50 min: 23-16
55 min: 25-17

Útvísingar:
Føroyar: 3
Lettland: 5


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder