Fótbóltur

Føroyar vunnu sær 5. plássið í stórum stíli

Georgisku vertirnir vóru við í dystinum í stórar tíggju minuttir - annars vóru Føroyar greitt omaná.

Natasja Hammer, dagsins føroyski leikari ímóti Georgia, her í dystinum ímóti Finnlandi í gjár (Mynd: w17ehf.geohandball.ge)

Natasja Hammer, dagsins føroyski leikari ímóti Georgia, her í dystinum ímóti Finnlandi í gjár (Mynd: w17ehf.geohandball.ge)

2019-08-11 12:58 Author image
Agnar Prestá

Eftir at tað akkurat ikki gekk at spæla seg víðari til hálvfinaluna í vikuni, hava Føroyar í vikuskiftinum vunnið við samanlagt 23 málum í plaseringsdystunum. U17-kvinnurnar skúgvaðu fyrst Finnland til viks uttan trupulleikar í gjáramorgunin, og í dag var tað vertstjóðin, ið tapti stórt fyri Føroyum.

Tað var 4-4 eftir tíggju minuttir, men næstu smáu tíggju minuttirnar vunnu Føroyar 7-0, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdir. Gott føroyskt álopsspæl við gjøgnumbrotsmegi og sannførandi verjuspæl, og í hálvleikinum var munurin tíggju mál.

[object Object]
(Rannvá Olsen úr Vestmanna - Mynd: https://w17ehf.geohandball.ge/images/)

Í 2. hálvleiki var hondbóltsspælið ikki nakað at nakað at reypa av. Georgia helt fram at gera nógvar feilir; Føroyar spældu betri, men brendu illa og tað sást, at munurin var stórur. Í verjuni gekk tó væl, og Rakul Wardum í málinum hevði fleiri góðar bjargingar. Tá lá fyri tað mesta á áleið tíggju málum, men ímóti endanum øktu Føroyar eitt sindur. Tað var serliga Rannvá Olsen, ið gjørdi bart; m.a. við nøkrum skjótálopum. 

Ein sannførandi 12-máls sigur og eitt gott punktum sett fyri kappingina. Eins og U19-genturnar, sum vóru til EM-kapping í Litava í farna mánað, endaði tað við einum 5. plássi, men eins og tær kunnu  hesar ungu kvinnurnar irða seg um, at tær ikki rukku hálvfinalunum, tí møguleikin var har.

[object Object]
(Føroyski toppskjúttin, Jana Mittún Mynd: https://w17ehf.geohandball.ge/images/)

Jana Mittún gekk aftur á odda hvat málskjóting viðvíkur. Leikarin úr H71 hevur havt eina sera góða kapping og skeyt samanlagt 46 mál; næstflest av øllum í Georgia. Natasja Hammer gjørdist dagsins føroyski leikari. Vinstri bakkurin skoraði 5 mál.

EM-kapping, Dysturin um 5. plássið:
Tbilisi, 11.08
Georgia - Føroyar 16-30 (8-18)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 9
Elsa Egholm 5
Rannvá Olsen 5
Natasja Hammer 5
Brynhild Pálsdóttir 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Lív Bentsdóttir Zachariassen 1

placeholder
placeholder