Hondbóltur

Føroyingar eru ovarlaga á topp-listunum fyri undankappingina

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur flest upplegg og flest málstig av øllum. Óli Mittún og Hákun West av Teigum eru eisini millum 15 teir bestu málskjúttarnar. Pauli Jacobsen er nummar fýra innan bjargingar.

Føroyar vunnu seg sunnudagin upp á fyrsta plássið í bólkinum. Nógv stór spælaraavrik hava gjørt hetta gjørligt (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar vunnu seg sunnudagin upp á fyrsta plássið í bólkinum. Nógv stór spælaraavrik hava gjørt hetta gjørligt (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-18 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar eru nummar eitt í sínum EM-undankappingarbólki, og tað endurspeglast eisini í topp-listunum hjá EHF, sum síggjast á ehf.euro.com. Hetta er yvirlit yvir tøl fyri alla kappingina, nú fýra umfør eru spæld

Málskjúttar: 
4. Elias Ellefsen á Skipagøtu 33 mál (47 skot)
9. Óli Mittún 27 mál (39 skot)
14. Hákun West av Teigum 25 mál (35 skot)

Her er tað áhugavert, at teir tríggir frammanfyri Elias eru allir úr okkara bólki: Niðurlendski vongurin Rutger ten Velde er nummar 1 (39 mál), og Ihor Turchenko og Dmytro Artemenko hjá Ukraina, sum skulu viðta Við Tjarnir 11. mai, hava ávikavist 35 og 34 mál.

Sí listan her

Mál uppá brotskast:
2. Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 mál (15 skot)

Mál í opnum spæli (uttan brotskøst):
3. Óli Mittún 27 mál
5. Hákun West av Teigum 25 mál

(Her er Elias á Skipagøtu nummar 17)
Sí listan her

[object Object]Hákun West av Teigum hevði nøkur brend skot í fyrstu dystunum í november, men høgri vongurin var so at siga lýtaleysur í seinastu viku. Hákun hevur í miðal beint yvir seks mál fyri hvønn dyst í undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]19-ára gamli Óli Mittún tekur av álvara stóra ábyrgd fyri Føroyar og hevur næstan sjey mál í miðal í undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu er ovast á einum heldur keðiligum lista: Flest mistar bóltar (17 í fýra dystum).

Men so hevur nummar 71 eisini allarflest upplegg í kappingini (24) og flest málstig (57), og tað vísir, hvussu nógv Elias er á í føroyska spælinum. Hetta seinna er heili tíggju fleiri enn nummar tvey á listanum: Ihor Turchenko hjá Ukraina. Óli Mittún er eisini við á hesum báðum listunum.

Upplegg:
1. Elias Ellefsen á Skipagøtu 24 
(6 í miðal)
13. Óli Mittún 12 

Málstig:
1. Elias Ellefsen á Skipagøtu 57 - er beinleiðis við i beint yvir 14 málum fyri hvøn dyst

7. Óli Mittún 39 - nærum tíggju í miðal

[object Object]
Elias Ellefsen á Sk

Hetta vísir týdningin av føroysku profilinum úti á vøllinum. Í málinum hevur Pauli Jacobsen eisini gjørt bart - seinast í Almere har liðformaðurin gjørdist dagsins spælari.

Pauli hevur fjórðflest bjargingar í kappingini. 40 í fýra dystum merkir tíggju í miðal. 22-ára gamli hoyvíkingurin hevur staðið teir allarflestu minuttirnar.

Bjargingar: 
4. Pauli Jacobsen 40 (141 skot) 

Sí listan - har nógvir altjóða stórmálverjar eru rundanum

Teis Horn Rasmussen er eisini komin ovarlaga uppá ein lista. Hann er ein av tíggju spælarum, sum eru skrásettir fyri tvey blokerað skot. Hetta eru einastu hagtølini fyri verjuspælarar, sum verða víst í hesum samanhangi.

Til ber at síggja alt á ehfeuro.eurohandball.com/men/2026/player-statistics/. Man blaðar millum tey tíggju ymisku evnini til høgru.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder