Fótbóltur

Føroyingar fyrireika seg í Herning

Liðið hjá Håkani Ericson hevði venjing í gjár og skal í dag venja á MCH Arena, har uppgerðin móti dønum verður mikukvøldið.

Venjing var í gjár á Vildbjerg Stadion (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Venjing var í gjár á Vildbjerg Stadion (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2020-10-06 07:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Herning, Danmark (Portalurin) - Sunnukvøldið kom føroyski A-landsliðshópurin við monnum til Herning. Býurin í Midtjyllandi verður í annaðkvøld karmur um venjingardyst millum Føroyar og Danmark.

Í gjár vandu føroyingarnir í Vildbjerg. Býurin er partur av Herning Kommune, og á Vildbjerg Stadion hava nógvir ungir føroyskir fótbóltsleikarar kappast í Vildbjerg Cup. Beint eftir døgurða danska tíð verða karmarnir størri. Liðið hjá Håkani Ericson skal venja á MCH Arena, ið er nær við gistingarhúsið hjá føroyska hópinum í Herning. MCH Arena er heimavøllur hjá FC Midtjylland - donsku meistarunum sum í farnu viku spældi seg í bólkaspælið í Champions League við sigri á Slavia Prak í Herning. Hetta er eisini gamli heimavøllurin hjá Sonna Ragnari Nattestad.

[object Object]
Odmar Færø og Patrik Johannesen, sum hóskvøldið spældu Europa League playoff-dyst í Dublin, til venjing í Vildbjerg (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]

Håkan Ericson hevur landsliðið savnað fyri aðru ferð (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Beint áðrenn venjing verður tíðindafundur við Håkani Ericson og einum føroyskum leikara. Seinnapartin hava danir tíðindafund og venjing.

Hetta verður fjórði dystur millum Føroyar og Danmark - danir hava vunnið allar higartil - og dysturin í morgin verður tann triði hjá Kasper Hjulmand sum oddamanni fyri Danmark. Tveir teir fyrstu vóru Nations League-dystir í Parkini í farna mánaði. Tann fyrra tapti Danmark 2-0 fyri Belgia - tann seinni var móti Onglandi, og hann endaði við málleysum javnleiki.

Portalurin er til staðar í Herning, og vit fara at hava ymiskt tilfar ígjøgnum dagin. Danmark - Føroyar verður leiktur í morgin, mikudagin 7/10, klokkan 17.00

[object Object]Leikararnir ið vunnu dystin til venjing í gjár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder