Fótbóltur

Føroyingar gera veruliga um seg í Danmark

Hallur Hansson, Finnur Justinussen og Heini Vatnsdal gjørdu sítt í dag við málum.

Hallur Hansson, her í dysti móti Svei í fjør, skoraði aftur fyri Horsens í dag. Landsmenn hansara í næstbestu deildini leveraðu eisini
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Hallur Hansson, her í dysti móti Svei í fjør, skoraði aftur fyri Horsens í dag. Landsmenn hansara í næstbestu deildini leveraðu eisini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-05 15:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir føroyingar hava verið í eldinum í donskum fótbólti í dag; ein í Superligaini og tveir í næstbestu deildini. Felags fyri teir er, at allir vóru við í janvleikum og at allir skoraðu.

Í fremstu deildini tóku Horsens og Hallur Hansson móti Hobro. Og Horsens kom sera væl frá byrjan, tá Hallur skoraði í 19.minutti. Men í 2.hálvleiki svaraði Hobro aftur og kom á odda 2-1. Heimaliðið fekk tó javnað fýra minuttir fyri tíð. Føroyski miðvallarin er komin væl frá byrjan i Superligaini, har Horsens í løtuni nummar níggju. Hallur hevur millum annað skorað tvey mál í teimum fýra dystunum.

Í næstbestu deildini sló Finnur Justinussen aftur til. Gøtumaðurin skoraði í 1.umfarið, og í dag legði hann Næstved á odda eftir ein tíma í Helsingør. Fimm minuttir fyri tíð fekk niðurflytarin tó tryggjað sær ein javnleik, so at Finnur og Næstved nú hava fýra stig fyri tveir dystir.

Í Hvidorve komu Heini Vatnsdal og Fremad Amager framum, tá fyrrverandi ÍF-málverjin, Oliver Korch, gjørdi sjálvmál tíðliga í dystinum. Uppflytarnir javnaðu tó fyri hálvleik, og tíggju minnutir fyri tíð var 2-1. Men í yvirtíðini fekk vágbingurin hjá Fremad Amager javnað, og tryggjað liðnum av Amager sítt fyrsta stig í ár. 

Í løtuni er Jóan Sìmun Edmundsson á vøllinum fyri Armenia Bielefeld í næstbestu týsku deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder