Hesa vikuna ferðast íkarar úr øllum heiminum til Birmingham, har British Rowing Indoor Championships verður hildið. BRIC er ein av størstu altjóða inniróðursstevnunum á árinum, og ein kapping sum mong seta sær fyri at luttaka í og aftur í ár eru føroyskir íðkarar at finna á starlistanum.
13 føroyskir íkarar – umboðandi trý feløg og Róðrarsamband Føroya – hava tikið túrin til Birmingham at kappast um bretsku meistaraheitini í fleiri ymsum bólkum og teinum. Hópurin hevur tilsamans skrásett seg til heilar 80 kappingar. Har eru bæði sprint-teinar á 100, 250, 500 og 1.000 metrar, klassiski 2.000 metra teinurin, 1-, 4-, 5- og 6-minuttir rógving, umframt lið- og stafettkapping, sum er ein týðandi partur av BRIC-stevnuni, skrivar Róðrarsamband Føroya.
– Føroysku úrslitini í innirógving hava tey seinastu árini staðfest, at Føroyar eru millum fremstu tjóðir á hesum øki. Luttøkan á BRIC er tí bæði ein menningarmøguleiki og ein møguleiki at vísa føroyskan stríðsvilja og evnir á einum av heimsins størstu inniróðurspallum.
Føroysku íkarnir, ið luttaka á BRIC 2025, eru:
Fyri RSF:
Vár G. Hansen
Sarita K. Hansen
Jóhanna av Steinum
Fyri KÍF Kappróður:
Vár D. í Húsinum
Pætur J. Danielsen
Kristvør K. Clementsen
Nanna S. Jóannisdóttir
Poula Christiansen
Fyri Róðrarfelagið Tindur:
Pauli Joensen
Petra Johnsdóttir
Fyri Eiðis Róðrarfelag:
Sirið A. Mørkøre
Victoria Høghamar
Eyðbjørt Eidesgaard
Høvðus- og Stórstuðlar eru Kemilux, Burn, og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald