Føroyska liðið fekk eina stak góða byrjan. Hóast ukreinar vóru teir fyrstu at fáa mál, so eydnaðist tað Føroyum at koma fram um 4-1 áðrenn tað eydnaðist ukreinum at skora aftur.
Hesaferð hevði føroyska verjan og málmaðurin Tórur Guttesen gott fatur á mótstøðuni.
Men so tyktist tað sumum ukreinar kláraðu at justera verjuna og gjørdust betri at lesa føroyska spælið.
Ukreinar komu upp á javnt og enntá framum eisini.
Sum hálvleikurin leið, økti Ukreina spakuliga um leiðsluna. Føroyska álopsspælið gjørdist óvanliga ókonserntrerað, og teir mistu einar fýra-fimm óneyðugar bóltar burtur móti endanum av hálvleikinum, sum førdi til mál í hinum endanum, og sostatt er ukreinska leiðslan nú í hálvleikinum fimm mál, 11-16.
Ein uggi er tó, at tað eydnaðist føroyska liðnum at fáa tvey mál móti endanum av hálvleikinum. Eitt skifti vóru ukreinar á odda við sjey málum.
Elias Elleffsen á Skipagøtu, sum stórar væntanir hava verið til undan dystinum, er ikki heilt komin inn í dystin enn.
Hann fekk sína debut á A-landsliðnum tá um 18 minuttir vóru farnir av dystinum, men tað er ikki eydnast honum at skora, hóast hann hevur havt onkra roynd einsamallur við málmanninum
Her er nógv at arbeiða við hjá føroysku venjarunum í hálvleikinum. Ikki minst at fáa føroysku menninar at trúgva upp á egnan mátt aftur, eins og teir gjørdu í teimum fyrstu minuttunum av dystinum.
Hesir havs skorað tey 11 føroysku málini í fyrra hálvleiki:
Rói B. Hansen 3
Jónas G. Djurhuus 2
Kjartan Johansen 2
Hákun W. av Teigum 2
Helgi H. Hoydal 1
Peter Krogh 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald