Fótbóltur

Føroyingar stríðast til tað síðsta um uppflyting í Danmark

Pauli Jacobsen og HØJ hava fyrimunin og kunnu avgerða alt sjálvir í Odder í dag. Teis Horn Rasmussen og Aarhus skulu vera til reiðar at taka av í Tønder - dystirnir byrja klokkan 14.

Pauli Jacobsen ger seg her til, meðan Teis Horn Rasmussen rennir fram, undir EM-endaspælinum í Berlin. Nú stríðast teir um uppflyting í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pauli Jacobsen ger seg her til, meðan Teis Horn Rasmussen rennir fram, undir EM-endaspælinum í Berlin. Nú stríðast teir um uppflyting í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-12 10:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í næstbestu donsku mansdeildini byrjar klokkan 14 føroyska tíð. 

Fyri trý av teimum fimm feløgunum er einki at spæla fyri: Lemvig-Thybøron (Kjartan Johansen) endar á 4. plássi, FIF (Bogi Hansen, Leivur Mortensen, Janus Dam Djurhuus og Jónas Gunnarsson Djurhuus - skaddur) endar á 7. plássi, meðan Team Sydhavsøerne (Pauli Mittún og Pætur Mikkjalsson) eru væl frá niðurflytingarvanda. 

Sí stigatalvuna her

Hinvegin er spenningur í oddastríðnum, har tvey feløg við føroyingum kappast um einasta beinleiðis uppflytingarplássið.

HØJ hevur verið oddalið so at siga alt árið, og Pauli Jacobsen hevur havt nógvar góðar dystir. Liðið hjá málverjanum úr Hoyvík hevur tó mist onkur stig í endaspurtinum, og Aarhus hevur við einari flottari røð hildið sambandið.

Stórsatsandi liðið úr Ølstykke kann tó avgera alt við egnari megi á seinasta leikdegi. Pauli og teir eru á veg til Odder, har HØJ verður stórfavottur at vinna og harvið tryggjað sær uppflyting til fremstu deildina.

Eitt stig skilur liðini, og Aarhus skal vera til reiðar, um HØJ snávar. Liðið hjá Teis Horn Rasmussen vitjar í Tønder, har júst Teis hevur spælt áður. Føroyski strikuspælarin og liðfelagarnir eru eitt stig aftanfyri HØJ. Petur Krogh hevur ikki spælt í 2025 vegna skaða í rygginum og spælir allarhelst ikki fyri Aarhus aftur.

Bert nummar eitt flytir beinleiðis upp. Nummar tvey og trý fáa play-off dystir.

Allir dystirnir byrja klokkan 14 føroyska tíð og til ber at fylgja við á tophaandbold.dk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder