Annað

Føroyingar vunnu gull, silvur og bronsu í Danmark

Fleiri badmintonleikarar eru komnir heim við heiðursmerkjum, nú landsliðið savnast til venjingarlegu.

Sanna og Mia Thorkildshøj

Sanna og Mia Thorkildshøj

2025-04-14 18:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskiftið vóru fleiri landsliðsleikarar í badminton til kapping í Danmark, har tey luttóku meistararekkjuni og A rekkjuni.

Leikararnir luttóku í bæði einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, har tey spældu sera nógvar dystir, og kláraðu seg væl.

Í meistararekkjuni vann føroyskt badminton hesi heiðursmerkini:

Magnus Dal-Christiansen og Sanna Thorkildshøj gull í blandaðum tvímansleiki

Sanna og Mia Thorkildshøj vunnu bronsu í tvímansleiki

Í A rekkjuni vunnu Magnus Dal-Christiansen og Rúni Øster silvur í tvímansleiki.

Fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar á orknoyggjum í juli eru nú av álvara farnar í gongd. Komandi dagarnar er venjingarlega fyri badminton landsliðsleikarunum í badmintonhøllini í Havn.

Annan páskadag byrja innleiðandi dystirnir til Kontrast FM. Finalurnar í badminton verða spældar í Høllini á Hálsi 26. apríl.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder