
Danska sælandsmeistaraskapið í amboðsfimleiki var um vikuskiftið, og føroysku fimleikarnir úr Havnar Fimleikafelag, sum vóru við til kappingina, vístu stór avrik við at vinna fleiri sælandsmeistaraheiti og heiðursmerkir:
Menn
Gullheiðursmerki og SM: Bjarki Johannesen, paralellbarr, og Rókur Vestergaard, beinsveiggj.
Silvurheiðursmerki: Bjarki Johannesen, allround, Torleivur Christiansen, ringar.
Bronsuheiðursmerki: Bjarki Johannesen, gólv, beinsveiggj, ringar og rekk.
Kvinnur
Gullheiðursmerki og SM: Mia Højgaard, allround og gólv, Ronja Johannesen, biti.
Silvurheiðursmerki: Ronja Johannesen, allround, Mia Højgaard, biti og forskotin bar.
Bronsuheiðursmerki: Mia Højgaard, lop.
Ungjuniorar, gentur
Gullheiðursmerki og SM: Tóra E. Thorkildshøj, liðkapping.
Silvurheiðursmerki: Tóra E. Thorkildshøj, lop og gólv.
Bronsuheiðursmerki: Tóra E. Thorkildshøj, allround.
Gentuunglingar
Gullheiðursmerki og SM: Marin Danielsen, allround, biti og gólv.
Bronsuheiðursmerki: Marin Danielsen, lop og forskotin barr.
Unglingar, dreingir
Silvurheiðursmerki: Bjarti Skylv, Elias Apol og Vilhelm Seyer: liðkapping.
Bronsuheiðursmerki: Bjarti Skylv: paralellbarr.
Venjarar eru Camelia Mihaela Mindricel og Djóni Sakarisson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald