Fótbóltur

Føroyska landsliðið er úttikið

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla móti Týsklandi á Tórsvølli 4. september.

Føroyska kvinnulandsliðið, sum í juni mánað byrjaði á vøllinum móti Kekkia - Mynd: www.fsf.fo

Føroyska kvinnulandsliðið, sum í juni mánað byrjaði á vøllinum móti Kekkia - Mynd: www.fsf.fo

2018-08-16 13:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Tað er einki at ivast í, at hetta verður aftur ein sera stór uppgáva fyri okkara kvinnur. Gamaní taptu vit stórt í fyrra dystinum, sum var spældur í Týsklandi. Men síðani tá er føroyska liðið blivið munandi betri, og vit trúgva sjálvandi uppá, at vit hesaferð kunnu fáa eitt betri úrslit, sigur Pætur S. Clementsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya

Týsdagin 4. september klokkan 16:00 spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum seinasta dystin í undankappingini til HM 2019. Dysturin verður á Tórsvølli, og mótstøðuliðið er Týskland, sum telist millum sterkastu kvinnulandslið í heiminum.

Pætur Smith Clementsen hevur úttikið hópin til stóru uppgávuna, og av teimum 20, ið hava fingið landsliðsboð, eru fýra, ið dagliga spæla uttanlands.

 

Hópurin

Anna Súnadóttir Hansen, EBS/Skála

Birita Bergsdóttir Nielsen, B68

Birna Tummasardóttir Mikkelsen, EBS/Skála

Lív Finnbogadóttir Arge, FC Nordsjælland (DEN)

Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur

Heidi Sevdal, HB

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DEN)

Eyðvør Klakstein, KÍ

Rannvá Biskupstø Andreasen, KÍ

Olga Kristina Hansen, BSF (DEN)

Margunn Lindholm, EBS/Skála

Jóna Nicolajsen, B36

Katrina Akursmørk, KÍ

Ansy Sevdal, EBS/Skála

Evy á Lakjuni, KÍ

Elisabet Vang, B36

Sara Samson Lamhauge, HB

Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur

Nadja Dam Johannesen, HB

Rebekka Eschen Danielsen, Forus Gausel (NOR)

 

Stórur spenningur er um oddasessin í bólkinum, sum gevur beinleiðis atgongd til HM-endaspælið komandi ár. Undan seinastu umførunum er Ísland fremst við 16 stigum, eitt stig meir enn Týskland, sum hevur 15 stig. Tríggjar dagar áðrenn týsku kvinnurnar koma til Føroyar, møta tær Íslandi á útivølli.

placeholder
placeholder