Fyrri dysturin átti eftir røttum at verið í gongd í skrivandi stund í Høllini á Hálsi, og seinni dysturin skuldi vera í Kekkia leygardagin.
Men átta staðfestir koronatilburðir í kekkiska landsliðshópinum í gjárkvøldið hava við sær, at hvørgin verður spældur fyribils.
Fyrrapartin gjørdist greitt, at dysturin í Føroyum ikki skuldi spælast, og í kvøld boðar Hondbóltssambandið frá, at seinni dysturin eisini er útsettur.
- Kappingarleiðslan í EHF boðaði seinnapartin í dag frá, at dysturin eisini verður útsettur, eftir at tað var greitt, at 8 persónar í ferðalagnum hjá Kekkia, sum var í Føroyum, vóru smittaðir við korona. Kappingarleiðslan hevur gjørt eina meting av støðuni og metir, at vandin fyri at spjaða smittu enn meira er ov stórur, sigur HSF.
Føroyska liðið skuldi eftir ætlan avstað til Kekkia í morgin árini, men verður hetta nú av ongum.
Enn er ikki greitt, nær dystirnir verða leiktir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald