Stór óvissa um hvørt HM kappingin í kvik- og snartalvi yvirhøvur gjørdist til nakað í ár er orsøkin til, at føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, ikki er við.
Helgi hevur sterka styrkismeting í teimum skjótu talvunum. Serliga í greinini kviktalvi (rapid), stendur hann sterkur við einum ratingtali á 2676, sum svarar til nummar 75 á heimsstyrkilistanum.
Í snartalvi (blitz) hevur Helgi 2632 stig, og har liggur hann nakað uttan fyri topp-100.
Helgi sigur við Portal.fo, at hann hevði leingi havt ætlanir um at vera við í HM kappingunum í snar- og kviktalvi, sum vaniga verða hildnar millum jólanna á hvørjum ár. Upprunaliga skuldi kappingin í ár vera í Saudi Arabia, men okkurt gekk galið, og tí var stór óvissa um, hvørt kappingin gjørdist til nakað ella ikki.
Ikki fyrr enn fáar vikur undan jólum gjørdist greitt, at kappingin fór at verða hildin í Skt. Pætursborg.
- Tá kappingin knappliga bleiv kunngjørd einar tvær vikur áðrenn, hon skuldi byrja, var tað eitt sindur trupult hjá mær bara at leypa avstað. Hetta er eisini orsøkin til, at vit bara síggja tríggjar norðurlendingar við í kappingini hesaferð, allir norðmenn, sigur Helgi Dam Ziska.
Gongur væl hjá Carlsen
Í Skt. Pætursborg verður heimsmeistaraheitið í snartalvi avgjørt í dag. 11 umfør skulu telvast í dag.
Norski Magnus Carlsen er verandi heimsmeistari í snartalvi, og nógv bendir á, at hann kann verja heitið í dag.
18 umfør av teimum 21 eru nú telvað, og Magnus Carlsen hevur tryggja sær eina leiðslu á eitt heilt stig.
Hann hevur nú 14,5 stig framman fyri pólendinginum Jan-Krzysztof Duda við 13,5, amerikanaranum Hiraku Nakamura við 13 og trimum telvarum við 12,5 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald