Hondbóltur

Føroyskir dómarar hava eisini altjóða uppgávur í hesum døgum

Brøðurnir Høgni Fríðuson Gaard og Andrias Fríðuson Gaard eru til U20 EHF Championship í Kosovo.

2026-07-14 09:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava eisini altjóða dómarar, sum royna seg í summar. Brøðurnir Høgni Fríðuson Gaard og Andrias Fríðuson Gaard eru í hesum døgunum í Kosovo, har teir døma M20 EHF Championship.

Teir eru báðir lesandi í Danmark, har teir eisini døma.

Championship kappingarnar hjá EHF verða vanliga nýttar til at seta nýggj altjóða pør við og eru skeið, testir og vegleiðing eisini partur av kappingini.

Høgni og Andrias dømdu Niðurlond og Kosovo í dag. Niðurlond vunnu dystin 29-20.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder