Hondbóltur

Føroyskt stjørnuskot til svenskt meistaralið

Nú verður enn ein orsøk at fylgja við í svenskum hondbólti. Óli Mittún hevur skrivað undir fýra ára sáttmála við Sävehof har systkinabarnið Elias á Skipagøtu eisini spælir.

2022-03-09 10:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyskur hondbóltur er í rúkandi menning. Tað er eingin ivi um tað.

Í dag kunngerð oddaliðið í fremstu svensku hondbóltsdeildini og meistararnir frá í fjør, Sävehof, sáttmála við 16 ára gamla hoyvíkingin Óla Mittún.

Sostatt er greitt, at tað er enn ein orsøk hjá føroyingum at fylgja við í svenskum hondbólti. Frammanundan er systkinabarn Óla, Elias á Skipagøtu, ein av profilunum á svenska liðnum, og Kjartan Johansen spælir við Önnereds HK.

- Sävehof er eitt gott næsta stig fyri meg at taka. Tað er eitt stórt felag við sera góðum spælarum og venjarum, og eg vóni at menna meg har. 

- Eg havi sæð nógvar av dystunum av tí at systkinabarnið Elias spælir við á liðnum, og hann hevur eiisni viðmælt mær, at koma til Partille,og hevur greitt mær frá, at felagið tkur sær væl av ungu leikarunum, sigur Óli Mittún við heimasíðuna hjá Sävehof.

Talan er um ein fýra ára langan sáttmála.

[object Object]Óli Mittún lyftir her Faxe Kondi-steypið sum H71 vann við knúsandi sigri móti Neistanum fyri lítlum mánað síðani (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder