Hann flutti sum 15-ára gamal til Danmarkar. Eftir ítróttaeftirskúla í Ikast fór Magnus Árason at royna seg í GOG, har hann hevur gjørt vart við seg á ungdómsliðunum.
Nú er greitt, at at 18-ára gaml havnarmaðurin skal flyta til Jútlands aftur í summar - hesaferð til norðara part av Jútlandi.
Mors-Thy Håndbold hevur í dag kunngjørt føroyska høgra vongin sum nýggjan spælara: Frá í summar av og fram til juni 2029.
- Vit eru errin av, at tað eydnaðist at fáa fatur á nógv umbidna Magnusi Árason. Hann hóskar perfekt, í mun til okkara ætlan um at satsa uppá ung og spenanndi talent. Hann er føroyskur ungdómslandsliðsspælari, men er longu nú fyrsta árs U19-spælari ein partur av bruttohópinum hjá sterka føroyska A-landsliðnum. Hann er ein tekniskur dugnaligur vongur við sera stórum menningarmøguleikum
Soleiðis sigur hondbóltsstjórin í Mors-Thy, Ian Marko Fog. Fyrrverandi striku- og landsliðsspælarin staðfestir eisini á heimasíðu felagsins, at ungi føroyingurin fer at koma beinleiðis inn í fyrsta-liðshópin. Har legst Magnus afturat roynda Lasse Pedersen.
Venjarin, Dennis Bo Joensen, lýsir millum annað fyrrverandi Neista-spælaran sum "ein skjótan spælara" og eitt av mongu ungu føroysku talentunum, sum veruliga ger um seg".
Magnus Árason dagsins spælari eftir flotta avrikið í flotta føroyska javnleikin móti Týsklandi, sum stutt seinni gjørdist U19 heimsmeistari (Mynd: IHF)
Magnus Árason var á dómaraseðlanum hjá fyrsta liðnum hjá GOG til nakrar dystir í fjør. Hann hevur tó enn sín fyrsta dyst í bestu donsku deildini til góðar - men nú verður tað skjótt.
- Mors-Thy Håndbold er tað perfekta næsta fetið fyri meg. At felagið dúvar uppá nógvar ungar spælarar, hóskar væl til mín. Eg eri bergtikin av tí, sum felagið hevur gjørt við sínum fyritreytum - og millum annað við at brúka ungar spælarar -Eg droymi um at gerast professionellur hondbóltsspælari, og her er Mors-Thy Håndbold tað náturliga valið.
Mors-Thy er í løtuni á 4. plássi í fremstu donsku deildini: Bert eitt stig aftanfyri GOG (Óli Mittún) og Skanderborg AGF (Jóhan á Plógv Hansen).
Magnus Árason, sum er uppvaksin í Neistanum, skal búgva á Mors-Thy Håndbold Akademi í Nykøbing Mors og skal byrja á miðnámsskúla í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald