Hondbóltur

Føroysku hondbóltfjeppararnir heiðraðir í Týsklandi

Á stóra German Handball Awards fekk stóra føroyska fjøldin til EM-endaspælið í Berlin fjør serstaka viðurkenning fyri sítt avrik og sína hugbinding.

Umleið 5.000 føroyskir áskoðarar settu so stóran dám á í Berlin í fjør, at týskarar vildu lata fjøldini ein heiður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Umleið 5.000 føroyskir áskoðarar settu so stóran dám á í Berlin í fjør, at týskarar vildu lata fjøldini ein heiður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-05 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 1. mars vórðu týsku hondbóltsheiðrarnir fyri 2024 latnir. Hetta millum annað til ársins leikarar, stjørnuskot, venjarar.

Har varð eisini ein serstakur heiður latin, ið ikki hevur nakað serligt við týskan hondbólt at gera - tó at tað hendi á týskari jørð.

Tað er ikki ov nógv sagt, at føroyska liðið og fjepparar tess veruliga bergtóku í stóru Mercedes Benz leikhøllini í januardøgunum í 2024, tá Føroyar á fyrsta sinni vóru til eitt A-endaspæl í hondbólti.

Á vøllinum vunnu Føroyar sær stig móti Noreg og vóru væl við í dystunum móti Póllandi og Slovenia. Uttanfyri vøllin fingu umleið 5.000 føroyskir áskoðarar lív í á ein hátt, sum sjálvdan sæst til slík endaspøl, tá talan ikki er um eitt heimalið.

[object Object][object Object][object Object][object Object][object Object]
Nakrar myndir frá ótrúliga føroyska róminum í Mercedes Benz høllini í Berlin januar 2024 (Myndir: Sverri Egholm)

Stóra føroyska innrásin til Berlin og fólkaveitslan í týska høvuðsstaðnum fekk fólk í hondbóltsheiminum at spíla eygu og oyru upp. Hetta í so stóran mun, at føroysku fjeppararnir fingu ein heiður í Stuttgart fyri sítt avrik og sína hugbinding.

- Í hesum samanhangi var eisini ein heiður latin til føroysku áskoðararnar - ársins "Engagementpreis". Føroysku áskoðararnir gjørdu eitt stórt inntrykk í Berlin og vunnu mong hjørtu. Hetta vildi miðlin handball-world.news, sum stendur aftanfyri German Handball Awards, gjarna heiðra.

[object Object]
Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya fegnast um heiðurin. Í næstu viku verða umleið 3.000 føroyskir áskoðarar til heimadystin móti Niðurlonum og umleið 700 til dystin í Amsterdam-økinum, nú Føroyar aftur royna at vinna sær pláss í einum endaspæli.

Áhugi er hjá væl fleiri, men Tjarnir tekur ikki meira, og føroyingar eiga bert rættin til avmarkað tal av atgongumerkjum til dystin í Niðurlondum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder