Hondbóltur

Føroysku kvinnulandsliðini taptu báðar dystirnar í dag

Føroysku kvinnuungdómslandsliðini hjá U16 og U18 hava um vikuskiftið roynt seg móti Íslandi.

Jana Mittún á U18 liðnum her í dysti móti Íslandi í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún á U18 liðnum her í dysti móti Íslandi í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-02 23:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

U16 og U18 kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Íslandi spældu aftur í dag móti hvørjum øðrum í Høllini á Hálsi, og í dag vunnu gestir báðar dystirnar.

U16-dystin vann Ísland 23-21 eftir støðuna 10-9 í hálvleikinum. Talan var um ein tættan, spennandi og fyri tað mesta vælleiktan dyst.

Føroyska liðið saknaði spælskiparan og toppskjúttan frá í gjár, Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum breyt hondina í gjár, men vísti liðið góða breidd í dag og spældu fult upp við íslendska liðnum allan dystin. Føroysku gentirnar vunnu dystin í gjár 24-23 eftir at hava verið aftanfyri allan dystin.

Ísland vann eisini seinna U18 dystin. Dysturin var tó nógv tættari enn tann í gjár og var spennandi til tað seinasta. Ísland vann dystin 21-19, eftir støðuna 12-9 í hálvleikinum.

Dagsins leikari hjá Føroyum var ein sera væl uppløgd Rakul Wardum í málinum, sum leingi helt Føroyum inni í dystinum í seinna hálvleiki. Dysturin í gjár endaði 32-24 til Ísland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder