Fótbóltur

Føroysku U17-genturnar taptu greitt fyri Ísrael

Ísraelska liðið vann ein greiðan 5-1 sigur í EM-undankappingini í Slovakia í gjár.

Hesar byrjaðu á vøllinum móti Ísrael (Mynd: Malena Josephsen/fsf.fo)

Hesar byrjaðu á vøllinum móti Ísrael (Mynd: Malena Josephsen/fsf.fo)

2021-11-12 10:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin tapti føroyska U17-landsliðið við gentum 3-0 til Slovakia í fyrsta dysti í EM-undankappingini í Slovakia, og í gjár taptu tær eisini seinna dystin móti Ísrael.

Ísraelska liðið var sterkari, og vann til endans ein greiðan 5-1 sigur á Føroyum, skrivar fsf.fo.

Sæð við føroyskum eygum var serliga byrjanin av dystinum trupul, og longu eftir eitt korter var 3-0. Men genturnar fótaðu sær sum fráleið, og komu til fleiri góðar støður og vunnu eisini nøkur hornaspørk.

Og tað var eisini júst eftir horna, at Fríða Jacobsen skoraði fyri Føroyar, tá hon stutt fyri steðgin minkaði til 3-1. Men nærri kom føroyska liðið ikki, og í seinna hálvleiki fekk Ísrael tvey mál afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder