Fótbóltur

Føroyskur fótbóltur verður vístur í norskum sjónvarpi

Televarpið hevur gjørt avtalu við TV2 Norge um at vísa frá 12 teimum fyrstu umførunum í Betri Deildini.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-01 16:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Televarpið, sum eigur rættindini at senda Betri Deildina beinleiðis, og TV2 í Noreg hava gjørt avtalu um at vísa Betri Deildina hjá monnum.

Leygardagin 9. mai byrjar Betri Deildin hjá monnum, og tá fer norska TV2 at senda dystir beinleiðis í norskum sjónvarpi. Televarpið og TV2 hava gjørt avtalu, sum fyribils er galdandi fyri tey fyrstu 12 umførini.

TV2 fer at gera nógv burturúr, tí frásøgufólk vera tey, ið vanliga siga frá dystum í Premier League og Champions League, og harumframt fer TV2 at brúka føroyskar viðmerkjarar, sum annaðhvørt eru núverandi ella fyrrverandi leikarar í Noregi.

Áhugin fyri føroyskum fótbólti er nógv vaksin, nú nærum ongar fótbóltskappingar verða spældar orsakað av koronasmittuni. Jaliga handfaringin av koronasmittuni í Føroyum hevur vakt ans, og tað er ikki einans norska TV2, sum hevur víst áhuga.

Í løtuni eru samráðingar eisini við fyritøkur, sum veita stroyming til bettingfyritøkur, skrivar Televarpið í tíðindaskrivi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder