Annað

Forseti og Barbara fremst í ólavsøkuskrúðgonguni

Barbara Carlsen gjørdist føroyameistari í fjør við ryssuni Svannu hjá Hans Paula Poulsen, til skrúðgonguna hevur hon tó valt at fara við sínum egna hesti, Forseta.

2021-07-25 13:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá skrúðgongan við ítróttarfólki til setana á ólavsøku koma oman á vaglið, verður tað við einum nýggjum reiðfólki á odda. Talan er um Barbaru Carlsen, ið gjørdist føroyameistari í fjør við ryssuni Svannu hjá Hans Paula Poulsen. Til skrúðgonguna hevur Barbara tó valt at fara við sínum egna hesti, Forseta.

Barbara hevur riðið frá barnsbeini av, uppvaksin við Marknagilsvegin var ringt ikki at luttaka í rossalívinum, ið var og er har um leiðina. At foreldrini eru grannar hjá Heðin Samuelsen, sum átti ross, gjørdi ikki støðuna verri. Hon reið kapp longu á heilt ungum árum, eisini tá á rossum hjá Hans Paula Polsen – tá á gomlu Svonnu, mammu Svonnu, núverandi føroyameistaranum. Barbara sigur seg eisini hava fingið gott í beinini frá Poulsen-familjuni á Gráasteini.

Barbara hevur búð uttanlands í nøkur ár, men eisini tá var hon virkin innan ríðing, m.a. western ríðing í USA. Tá hon flutti heimaftur var heldur ikki leingi, til hon fekk brell til rossalívið her aftur. Hon keypti sær hestin Forseta og boks til hestin í Havnardali hjá Føroya Ríðingarfelag. Hetta er ein avgerð, hon ikki angrar, og hon er eisini við í felagslívinum hjá felagnum og er m.a. virkin í nevndini.

Skrúðgongan er gamal ólavsøkusiður, reiðfólkini byrjaði skrúðgonguna longu í 1942. Í nógv ár var Sverri Trónd sjálv ímyndin av ólavsøkuni, tá hann reið á odda fyri skrúðgonguni. Tá hann gavst, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at flaggberi skuldi vera tann, ið var føroyameistari í Tvíspor vaksin árið fyri. Um hesin ber seg undan, velur nevndin flaggberan.

Føroya Ríðingarfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder