Fótbóltur

Føroyingar trívast væl í Midtjyllandi

Beint fyri páskir skrivaði enn ein ungur leikari úr Havn undir við FC Midjylland. Talan er um 15-ára gamla Áka Samuelsen, ið m.a. vil arbeiða fyri at koma á føroyska A-landsliðið.

Áki Samuelsen eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: fcm.dk)

Áki Samuelsen eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: fcm.dk)

2019-05-01 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ungdómsdeildin hjá FC Midjylland er helst tann besta í Danmark. Talan er kent akademi, har nógvir leikarar eru uppforstraðir, sum seinni eru komnir á landslið og longri út í heimin at spæla.

Nakrir føroyingar eru komnir ígjøgnum har seinastu árini. Sonni Ragnar Nattestad og Jákup L. Thomsen fóru báðir á ungum árum niður til Midtjylland, og í løtuni eru Lukas Grenaa Giessing og Hanus Sørensen partur av U19-liðnum, ið vann á Manchester United í UEFA Youth League og kom heilt til fjórðingsfinalurnar. Lukas fekk nakað av spælitíð í kappingini, meðan Hanus, ið er eitt ár yngri, oftast var við  í hópinum. 

Eftir hetta kappingarárið fer Lukas at royna aðrar leiðir, meðan Hanus heldur fram í felagnum sum eldri U19-leikari. Heini Fossdalsá Sørensen, ið er systkinabarn Hanus, skrivaði undir sáttmála, tá hann gjørdist 15 ár fyri kortum, og verður tí partur av FCM Akademi í Herning næsta ár. Heini er uppvaksin í HB við m.ø Áka Samuelsen, ið eisini fór niður at royna seg hjá FC Midjylland í fjør, og tá hann fylti 15 ár 17. apríl skivaði hann undir sín fyrsta sáttmála við felagið. Harvið verður hann eisini partur av kenda Akademinum næsta ár. Heini og Áki hava framanundan verið partir av FCM Elitufótbóltsskúlanum. Teir vóru báðir við U17-landsliðnum, ið var í Estlandi í farnu viku.

FC Midjylland hevur í vikuni kunngjørt sáttmálan við Áka Samuelsen. Felagið fegnast um at tilknýta føroyska leikarana, ið teir lýsa sum ein profil, ið hevur nógvar dygdir í álopskenda spælinum, og ein ið hevur góðan hugburð til at venja og venja sjálvur. Áki sigur við heimasíðuna hjá FCM, at tað var stór avgerð at flyta niður; eisini fyri familjuna ið er við honum. Evnaríki leikarin sigur eisini, at tað var stórt at fáa sáttmála og eitt gott herðaklapp at fáa. Hann vil nú fyrst og fremst arbeiða fyri at fáa ein vaksnamannasáttmála í felagnum og fyri at gerast Superligaleikari; langtíðarmálið er A-landsliðið og at koma til eina av størri evropeisku deildunum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder