KÍ hevði í dag tíðindafund á loftinum í KÍ-høllini, har greitt varð frá ætlanunum fyri akademiið, ið felagið setti á stovn seint í fjør, og sum veruliga er komið í gongd nú í januar.
Tað varð millum annað komið inn á, hvussu akademiið fer at vera øðrvísi í mun til vanligt ungdómsarbeiði, og tað sum millum annað klaksvíkingar kenna.
- Systematisering og strukuturur eru lyklaorð. Tað verða vikuskema gjørd til teir ymsu árgangirnar, har tað verður arbeitt við einum yviskipaum temaði. Síðani verður eftirmett, og tað verður hugt meira eftir, júst hvat vit venja og hví. So snýr tað seg eisini um at fáa meira venjing, sum so eisini skal vera við góðsku. Har verða millum annað morgunvenjingar settar inn, har til ber at venja á ein annan hátt.
Soleiðis greiddi akademistjórin Glenn Ståhl millum annað frá. Sviin ið hevur gjørt vart við seg í Føroyum sum venjari í TB/FCS/Royn í 2018 og í fjør við NSÍ, er settur í fulltíðarstarv hjá KÍ. Hann greiddi frá, at tað er umráðandi at geva ymsu venjarunum ymisk góð amboð, so at leikararnir eisini fingu góð amboð, ið teir kunnu nýta í lopinum frá ungdómsleikara til besta liðið, ið er ein lyklatíð. Har er gjørdur ein "reyður (bláur) tráður" í mun til tann leikháttin, ið skal eyðkenna KÍ, sum millum annað skal hjálpa við hesum.
Mynd: Sverri Egholm
Eyðstein Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)
Júst hesa tilgongdina kom Eyðstein Poulsen, ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbólt í starvsnevndini hjá KÍ, inn á. Hann staðfesti, at eitt av aðalmálunum er at fáa fleiri lokalar leikarar til reiðar at taka lopið, men at hetta als ikki verður nøkur skjót tilgongd.
- Nú snýr tað seg um at fáa strukturin at hanga saman. Samstarv við fólkaskúlan her er á veg, og meirvenjing kemur eisini inn - helst tá vit fáa ein nýggjan vøll seinni í ár. Vit fara at seta kraftigt inn á gentusíðuni, har tað eru ov fáir íðkarar í løtuni, og Betri kvinnur fara at hoyra undir akademiið. Tað verða 1. deild menn eisini, og har er Oddur Olsen, ið eisini stendur á odda fyri dreingjasíðuni, venjari. Har er málið í longdini at royna at fáa leikarar til reiðar at koma á besta liðið.
Eyðstein Poulsen segði eisini, at miðað verður eftir, at tríggir høvuðsvenjarar til høvrt lið. Allir venjarar eru ikki komnir uppá pláss enn, men nakrir verða inni sum konsulentar. Ein av teimum er Eyðun Klakstein, sum fer at hava venjingar tvær ferðir um vikuna.
Ein fimm-ára ætlan við virði á 7,5 milliónir krónur
Áðrenn tíðindafundin kom fram, at Betri liðið hjá monnum hevur latið 1,5 millíonir av Evropa-peninginum til akademiið. Hetta er júst upphæddin, ið akademiið fer at kosta árliga, sambært tí fimm-ára ætlanini, ið er gjørd. Hetta er samanlagt 7,5 milliónir.
Fjepparafelagið hjá KÍ í Havn hevur eisini latið akademinum við 75.000 krónur, og annars verða tað luttøkugjald, stuðlar og FSF sum koma at rinda, upplýsit Eyðstein Poulsen. Akademiið fer at kosta KÍ áleið eina millión meira árliga enn ungdómsarbeiði gjørdi frammanundan, og harvið hevur felagið av álvara valt at gjørt eina íløgu í framtíðina.
Meira verður at lesa um akademiið í Klaksvík í Blaðnum leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald