Italska fótbóltsstjørnan og HM vinnarin frá 1982, Paolo Rossi, er deyður. Hann gjørdist 64 ár, skrivar RAI sport.
Paolo Rossi skoraði seks mál undi HM kappingini í 1982 og gjørdist toppskorari, og varð eisini kosin besti leikari í kappingini. Seinni sama ár varð hann eisini kosin ársins spælari í Evropa.
Italia vann HM við at vinna 3-1 á Vesturtýsklandi í finaluni. Rossi skjeyt eitt av málunum.
Men tað var í millumumfarinum móti Brasilia, at Rossi knappliga fór at gera vart við seg. Hóast ábreiðslur frá italskum miðlum, valdi venjarin at byrja við Rossi sum áleypara, og Rossi takkaði fyri við at skora hattrick í italska 3-2 sigrinum. Rossi skjeyt eisini bæði málini, tá Italia vann 2-0 á Polandi í hálvfinaluni.
Tilsamans skoraði hann 20 mál fyri Azzuri, sum italska landsliðið verður kallað.
Paolo Rossi spældi í fleiri ymsum feløgum í Italia, teirra millum Juventus, Como, Vicenza, Milan, Perugia og Hellas Verona. Hann gavst sum fótbóltsspælari í 1987.
Í kappingarárinum 1977-78 var hann toppskorari í Serie A við 24 málum, vann Evropa Cup fyri steypavinnarar í 1984, fyri meistarar – nú kallað Champions League – við Juventus í 1985 og tvey italsk meistaraheitir í 1982 og 1984.
Paolo Rossi her saman við argentinska Diego Armando Maradona, sum doyði fyrr í vetur (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald