Hevur tú nakrantíð spælt fótbólt í einari á? Ella í einum fjósi? Frá mánadegnum 21. september til mikudagin 30. september verða árligu Grassrootsdagarnir hjá UEFA hildnir í Føroyum og øllum Evropa
Grassroots-fótbóltur fevnir um breiddarfótbólt, har trivnaður, stuttleiki og heilsa er í hásæti, og júst hetta er endamálið við átakinum, sum Fótbóltssamband Føroya nú fer at skipa fyri.
FSF skrivar, at felagsskapir av øllum hugsandi slag kunnu vera við. Eitt nú fótbóltsfeløg, skúlar, dagstovnar, eldrasambýlir, grannaløg, arbeiðspláss eææa bindiklubbar. Øll kunnu vera við - tað einasta ið krevst er, at skipað verður fyri onkrum slagi av fótbóltsspæli, og tað er bert hugflogið ið setir mørk fyri, hvar spælt verður.
– Vit vilja varpa ljós á, at fótbóltur er fyri øll, og kann spælast allastaðni. Vit hava fyrr skipað fyri stórum tiltøkum í samband við Grassrootsdagarnar, men tað ber tíverri ikki til í ár. Tí hava vit í staðin valt at skipa fyri hesum átakinum, og vit vóna, at nógv vilja vera við,
Hetta sigur Christina Ravnsfjall, Grassroots-samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.
Hon leggur afturat, at FSF hetta tíðarskeiðið eisini fer at varpa ljós á Grassroots-fótbólt eitt nú við at vitja og miðla tiltøkini út til almenningin. Tí eru fyriskiparar eisini vælkomnir at seta seg í samband við Christinu og boða frá, nær og hvar tey ætla at skipa fyri tiltakinum.
Í samband við Grassrootsdagarnar letur FSF ein vinning til mest kreativa tiltak og letur eisini fyriskiparunum av tiltøkunum eina hóskandi nøgd av bóltum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald