Fótbóltur

Frakland aftur í finaluni

Heimsmeistararnir løgdu seg á odda næstan beinanvegin, og hóast Marokko bjóðaði væl av, kann liðið hjá Deschamps nú endurvinna steypið sunnudagin.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-12-14 21:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður Argentina móti Fraklandi sunnudagin seinnapartin - Mbappé móti Messi. Hetta varð staðfest fyri løtu síðani tá Frakland vann 2-0 á Marokko í seinnu hálvfinaluni. 

Hetta var fyrsta HM-hálvfinalan hjá einum afrikanskum landi nakrantíð, men skjótt var Marokko, ið frammanundan bert hevði latið eitt mál inn í endaspælinum aftanfyri. Antoine Griezmann slapp leysur til høgru, fann Mbappé i brotsteignum, skotið varð blokerað, men vinstri bakkurin Theo Hernandez var klárur og megnaði at prika bóltin framvið Bono. 

[object Object]Hernandez megnaði at lyfta beinið og onkursvegna fáa fatur á bóltinum og samstundis fáa nóg mikið á ferð á hann (Mynd: EPA)

Marokko kundi síðani ikki hugsavna seg so nógv um at verja, og stinni miðverjin Saiss noyddist eisini út við skaða. Afrikanska liðið hevði bóltin meira enn Frakland, og hevði millum annað ein saksara, sum Lloris bjargaði, og aðrar góðar støður men fleiri ferðir vóru Konate og Varane - úr ávíkavist Liverpool og Manchester United - fyri, og í summum førum gekk tað ov seint at fáa skot á.

Marokko kundi eisini fingið brotsspark í fyrra hálvleiki. Hjá Fraklandi var tað talan um ein hugsavnaðan innsats, har tamarhald tyktiskt at vera á støðuni tað mesta av tíðini eisini, og Mbappé og hinir kundu eisini hótta. 

Í 79. minutti varð dysturin avgjørdur. Tað var eftir vælspælt álop og nakrar tættar Mbappé-driblingar, at skot kom á, bólturin kom í eitt bein og stakk til Randal Kolo Muani. Hann var komin inn til sín fimta A-landsdyst 42 sekund frammanundan, og við sínari fyrstu nerting skoraði hann til 2-0.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

Ævintýrið hjá Marokko er av - tó ikki heilt, ti bronsudysturin móti Kroatia er leygardagin. Frakland skal verja sítt heimsmeistaraheiti sunnudagin móti Argentina. HM-finalan byrjar klokkan 15.

HM-fjórðingsfinalur

Í dag, mikudagin 14.12
Frakland - Marokko 2-0 (1-0)
5’ Theo Hernandez 1-0
79’ Randal Kolo Muani 2-0

Í gjár, týsdagin 13.12
Argentina - Kroatia 3-0 (2-0)
34' Lionel Messi (br.) 1-0
39' Julian Alvarez 2-0
69' Lionel Messi 3-0


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder