Hondbóltur

Frakland varpaði Danmark út

Og Niðurlond vunnu fyrr í dag móti Ungarn. Sostatt er greitt hvussu hálvfinalurnar verða spældar.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-12-10 22:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frakland og Týskland hittast í aðrari hálvfinaluni og Niðurlond og Noreg spæla í hinari hálvfinaluni í HM-endaspælinum hjá kvinnum.

Frakland vann í kvøld greitt 31-26 á Danmark. Nógv hjá dønum riggaði als ikki í dag, og vónbrotið er stórt. Støðan í steðginum var 12-17 til fronsku kvinnurnar.

Niðurlond vunnu 28-23 móti Ungarn í hinari fjórðingsfinaluni fyrr í dag.

Bæði Noreg og Týskland vunnu í gjár á sannførandi hátt á ávikavist Montenegro og Brasil í sínum fjórðingsfinalum.

Hálvfinalurnar verða spældar fríggjadagin.

HM-fjórðingsfinalur
Mikudagur 10. desember

Niðurlond - Ungarn 28-23 (14-9)
Danmark - Frakland 26-31 (12-17)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder