2024-07-24 14:24
Í ár verða Olympisku Leikirnir í franska høvuðsstaðnum París, og tá teir eru lidnir, nýtast fraklendingar ikki at bíða alt ov leingi, áðrenn teir aftur fáa OL til landið.
Í dag varð nevniliga avgjørt, at Frakland eisini verður vertur fyri vetrar-OL í 2030. Tað verður í fronsku alpunum.
Seinast vetrar-OL varð hildið í Fraklandi var í 1992 í Albertville. Í 2030 verður tað í Provence-Alpes-Côte d’Azur og Auvergne-Rhône-Alpes í Landsynningsfraklandi, skrivar Ritzau.
Næsta vestrar-OL verður í 2026, og tað verður í Milano og Cortina d’Ampezzo í Italia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald