Fótbóltur

Fraklendingur vann Ballon d'Or

Ousmane Dembélé úr PSG fekk í kvøld Ballon d'Or hjá monnunum meðan Aitana Bonmati úr FC Barcelona vann hjá kvinnunum.

Ousmane Debélé (Mynd: EPA)

Ousmane Debélé (Mynd: EPA)

2025-09-22 22:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heimsins bestu fótbóltsspælarar vórðu í kvøld heiðraðir á árliga Ballon d'Or í franska høvuðsstaðnum í kvøld.

Ein rúgva av heiðurslønum vórðu latnar, men stóri heiðurin fór til fraklendingin Ousmane Dembélé, sum vann fyri fyrstu ferð, og til sponsku Aitana Bonmati, sum vann fyri triðju ferð.

[object Object]Aitana Bonmati (Mynd: EPA)

28 ára gamli Dembélé er sjeyndi franski vinnarin av heiðurslønini. Stjørnuskotið Lamine Yamal var nærmasti kappingatneyti og bleiv nummar tvey.

Tað eru journalistar hjá fronsku miðlunum L’Équipe og France Football sum tilnevnda leikarar til Ballon d'Or heiðurslønirnar. 100 miðlaumboð frá 100 teimum ovastu londunum á styrkislistanum hava atkvøtt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder