Fótbóltur

Framvegis møguleiki fyri einum Pogba-skifti

Formaðurin í Barcelona letur hurðina stenda á glopp fyri meira keypum í summar.

Paul Pogba er framvegis United-leikari, men Barcelona tykist ikki vera liðugt við innkeyp í summar
(Mynd: EPA)

Paul Pogba er framvegis United-leikari, men Barcelona tykist ikki vera liðugt við innkeyp í summar (Mynd: EPA)

2018-08-13 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur franski miðvallarin hjá Manchester United, Paul Pogba, verið leinkjaður til eitt skifti til katalanska stórfelagið. Tað hevur ljóðað, at Barcelona gjarna vil hava fatur á Pogba fyri at styrkja um miðvøllin, har spanska meistaraliðið misti eina ímynd fyri felagið eftir kappingarlok, tá Andres Iniesta skifti til japanskan fótbólt.

Í mun til enska flytingarvindeygað, sum stongdi hósdagin, so hava sponsk lið framvegis møguleika at fáa leikarar inn restina av august. Tað gevur Barcelona yvir tvær vikur til at fáa eina avtalu í lag. Í seinastu viku royndi Barcelona seg við einum boðið uppá Pogba, sum ljóðaði: 45 milliónir pund umframt Yerri Mina og Andre Gomes. Hetta noktaði United, og Mina og Gomes skiftu til Everton.

Eftir Supercopa sigurin hjá Barcelona á Sevilla í gjárkvøldið, segði formaðurin, Joseph Maria Bartomeu, at tað framvegis er tíð til at gera handlar, og tíðin má vísa hvat kemur burturúr. at hann ikki vildu nevna  nøkur nøvn av virðing fyri feløgunum. Harvið er greitt, at Barcelona allahelst ikki eru lidnir á leikaramarknaðinum.

Høvuðsvenjarin, Ernete Valverde, hevur sagt, at tað ikki ber til at finna ein annan Andres Inesta. Valverde sigur, at fokus er á hópin sum hann nú hevur, og á komandi dyst. Men samstundis at alt er møguigt, fram til at vindeygað letur aftur

Paul Pogba varð bonkaður í fleiri dystum í vár, og søgurnar ganga uppá, at forholdið millum Pogba og Mourinho ikki er tað besta. 25-ára gamli leikarin hevur sjálvur givið hint um, at alt ikki er heilt í topp, men fríggjakvøldið vr hann liðformaður og skoraði í 2-1 sigrinum hjá Manchester United á Leicester í fyrsta umfarið í Premier League. 

Seinastu tíðindini úr Onglandi leggja upp til, at Pogba hevur fokus á at gerast ein av leiðarunum hjá united, og at hann ikki skiftir til Barcelona í summar. Men sum sagt: Alt er opið fram til 31.august

Kelda: Sky Sports 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder