Fótbóltur

Franco Baresi gjørdist 66 ár

Ein av stóru hetjunum í italskum fótbólti er deyður.

(Mynd: Ozan Kose/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Ozan Kose/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-31 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kendi italski fótbóltsspælarin, Franco Baresi, er deyður. Tað upplýsir italska fótbóltsfelagið, AC Milan í morgun.

- Tað er við svárari sorg at vit skulu boða frá, at vit hava mist ein persón, ið var sjálvt hjartað og sálin í AC Milan. Men øll í felagnum og allir fjepparar eiga at liva upp til minnið um Franco Baresi, ljóða boðini frá Milano-felagnum.

Fyrrverandi verjuleikarin gjørdist 66 ár.

Alla sína aktivu tíð spældi hann við AC Milan, sum hann eitt nú vann Champions League við í 1994.

Hann var eisini við til at vinna Italia heimsmeistaraheitið í 1982.

Franco Baresi spældi 81 landsdystir fyri Italia og yvir 700 dystir fyri AC Milan áðrenn hann gavst við fótbóltinum í 1997. 

[object Object]Franco Baresi lyftir steypið eftir at hava vunnið heimsmeistaraheitið fyri feløg. AC Milan vann í 1998 HM-finaluna 1-0 á National Medellin úr Kili (Mynd: Kazuhiro Nogi/AFP/Ritzau Scanpix)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder