Fredrikstad tapti fyri meistarunum Bodø/Glimt í fyrsta umfari í Eliteseriuni, men síðani hava uppflytararnir ikki tapt.
Í gjár vann liðið við Mikkjali Thomassen sum høvuðsvenjara og Elisabet Vang sum fysiskum venjara 2-0 í Skien. Tað var málleyst í 77 minuttir - so skoraði Morten Bjørlo til 1-0. Í yvirtíðini økti Sondre Sørlokk.
Her síggjast málini og hæddarpunkitini (TV2 Sport/Youtube)
Tá var Jóannes Bjartalíð komin á vøllin. Ársins spælari í OBOS-deildini í 2023 hevur havt sínar avbjóðingar við skaðum í 2024, men 27-ára gamli klaksvíkingurin var á vøllinum seinastu samanlagt tíggju minuttirnar.
Brandur Hendriksson Olsen spældi 76 minuttir á miðvøllinum hjá Fredrikstad. 28-ára gamli skálvíkingurin spælir sum heild nógv, hóast landsliðsspælarin er byrjaður á bonkinum onkrar dystir í ár.
Brandur Hendriksson Olsen í landsdysti í Oslo. Hann og Fredrikstad royna at staðfesta seg í fremstu røð í Noreg (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sigurin á Odds BK og Ole Erik Modtskogen, sum Mikkjal og Jóannes kenna frá tíðini í KÍ, ger, at Fredrikstad er 4. plássi við 11 stigum fyri seks umfør. Ein flott byrjan: Bert Molde, Brann, ið Fredrikstad vann á, og Bodø/Glimt eru frammanfyri Fredrikstad, sum í løtuni er á evropeiskum plássi.
Næsta uppgáva verður Raufoss í steypakappingini. Vinna Mikkjal Thomassen og hansara menn eisini útidystin mikukvøldið, so er Fredrikstad í 1/4-finalunum í NM Cup.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald