5. februar 2022 verður ÍtróttaFAGNAÐUR - árliga heiðurstiltakið hjá Ítróttasambandi Føroya - aftur á skránni.
Har verða seks ymiskir heiðrar latnir. Tveir av teimum innstilla sambondini og starvsnevndin til - í báðum førum er talan um persónar: Ársins ítróttaNAVN og ÍtróttaSTJØRNUSKOT
Til hinar heitir ÍSF á sambond, ítróttafeløg og einstaklingar um at senda uppskot inn. Talan eru tey fýra, sum standa niðanfyri, og til ber at instilla við at fylgja hesari leinkjuni.
Heiðursskjal Poul E. Petersen
– verður latið persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt yvir eitt longri tíðarskeið
ÍtróttaFELAGSSKAPUR
– er samband ella felag, sum hevur dirvi at droyma stórt og nýtt, kann vísa á góð úrslit, og tekur eisini breiddina við
ÍtróttaÁTAK
– er eitt átak, sum styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum
ÍtróttaFYRIMYND
– er ein íðkari, venjari, nevndarlimur, foreldur ella onkur annar, sum við sínum góða lið- og felagsanda gevur sítt íkast til, at børn, ung og/ella vaksin kunnu íðka sín ítrótt og njóta samanhaldið í lokalu feløgunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald