Annað

Freyr og Anna vunnu við Leynavatn

Á einari tungari breyt var fyrrverandi føroyameistarin Freyr, einasta ross ið megnaði at koma undir 20 sekund á 250 metra breytini.

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

2026-06-21 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Váta veðrið hevði sína ávirkan á breytina við Leynavatn, nú næsta FM kappingin var hildin leygardagin.

Tá breytin er tung krevur tað meira av rossi og reiðfólki. Hetta kynstrið meistraði fyrrverandi føroyameistarin Freyr við Onnu Magnussen á baki best. Tey vunnu Tvíspor 1 flokk við tíðini 19,80, skrivar Ríðisamband Føroya.

Nummar tvey gjørdist ein annar fyrrverandi føroymeistari, Silfá og Ása Bárðadóttir, tey høvdu tíðina 20,13, og nummar trý gjørdist Sproti og Helena Dagmar Nilssen við tíðini 20,51.

Tvíspor 2 flokk vunnu Spirit og Drós Andriasardóttir. Nummar tvey var Báran og Hanus Patursson, og nummar trý gjørdist Litbrá og Elisabeth Niclasen.

Tvíspor ung vunnu Kiljan og Simona Tornby. Nummar tvey gjørdist Doran og Fía Nolsøe, og nummar trý var Lítli við Alexndru Glerfoss á baki.

Travkappingina vunnu Grettir og Hallur Hansen. Nummar tvey var Dropi og Lív Djurhuus, og nummar trý gjørdist Gígur við Simonu Tornby á baki.

Skeið vunnu Kvika og Bárður Johannessen. Nummar tvey var Brúni og Jóannes Debes, og nummar trý var Litbrá og Elisabeth Niclasen.

Tøltgreinina vunnu Brynjar og Regin Johannessen. Nummar tvey var Strákur og Bárður Johannessen, og nummar trý gjørdist Tango og Hallur Hansen.

FM 3 verður í Havnardali ólavsøkudag, skrivar Ríðisambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder