EB/Streymur hevði aðalfund í gjár, har millum annað val av nevnd var skránni. Tríggir nevndarlimur stóðu fyri vali. Talan var um Oddur Ejdesgaard, Tonny S. Kruse og Torfinn Djurhuus. Eingin av teimum tók við afturvali.
Tonny Kruse, ið áður hevur spælt við besta liðnum, verðu ístaðin tiltakslimur. Ungi Fróði Zachariasen, ið áður hevur verið tiltakslimur, er nú í sjálvari nevndini. Paula Eikhólm og Tummas Pauli Hansen eru hini nýggju, ið vald eru í nevndini. Ólavur Fríði Høghamar Ejdesgaard er nýggjur tiltakslimur.
Fróði Reinert Petersen, Eyðstein Zachariasen, Rúni Kruse og Kayo Sørensen halda fram í nevndini.
Tað gjørdist eisini greitt, eftir at nevndin hevði skipað seg, at Fróði Reinert Petersen heldur fram sum formaður. Hann tók við seinasta vetur. Eyðstein Zachariasen, sum fyri nýliga er vorðin yngst valdi býráðslimur í Sunda kommunu nakrantíð, heldur fram sum næstformaður í EB/Streymi.
Fótbóltur
Fróði Reinert Petersen heldur fram sum formaður í EB/Streymi
Fróði Zachariasen, Paula Eikhólm og Tummas Pauli Hansen eru nýggj í nevndini. Hetta er greitt eftir aðalfundin í gjárkvøldið.
Nevndin í EB/Streymi eftir aðalfundin (Mynd: Sofus Debes Johannesen)
2020-11-18 14:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald