2020-02-16 13:58
Í gjár var aðalfundur hjá Fótbóltssambandi Føroya, og tá staðfesti Christian Andreasen, forseti, at Fótbóltssambandið í fjør hevði 650.000 krónur í yvirskoti.
Kringvarpið skrivar, at samlaðu inntøkurnar hjá Fótbóltssambandinum í fjør vóru góðar 51,6 mió. krónur, og útreiðslurnar vóru 51 mió. Eginognin er nú 31,5 mió.
Í formansfrágreiðing sínari upplýsti Christian Andreasen eisini, at útbyggingin av Tórsvølli verður liðug um eitt gott ár – 21. februar 2021.
Samlaða útbyggingin hevur kostað uml. 270 mió. krónur, tá Tórsvøllur er liðugt útbúgdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald