Á midnátt komu nýggju tilmælini hjá myndugleikunum í gildi, og í hesum sambandi minnir Fótbóltssambandið á, at tað nú verður neyðugt at vísa koronupass í sambandi við steypafinaluna hjá kvinnum, sum verður í Havn seinnapartin.
Tað er klokkan 17, at NSÍ og HB hittast á Tórsvølli. Dysturin sæst eisini á Rás 1.
Eingin avmarking er tó í mun til áskoðaratalið, men øll, sum eru 15 ár og eldri skulu vísa koronupass fyri at sleppa til dystin. Hetta merkir samstundis, at ikki er neyðugt at deila eysturskýlið í smærri bólkar, sum upprunaliga ætlað.
Fyri at vera í gildi skal eitt koronapass uppfylla eina av seks treytunum niðanfyri.
ES góðkent talgilt koronapass – til dømis tað danska ella føroyska – grundað á:
- lidna koppseting ikki eldri enn eitt ár,
- koronakanning ikki eldri enn 72 tímar ella
- PCR test, sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið
Harafturat ber eisini til at brúka hesi skjøl saman við passi ella koyrikorti:
- gula koppsetingarkortið, sum váttar koppseting seinasta árið,
- váttan um føroyska PCR kanning ikki eldri enn 72 tímar ella
- váttan frá landslæknanum um fyrrverandi smittu seinasta árið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald