Hondbóltur

Fuchse eitt mál frá fjórðingsfinaluni

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir gjørdu sítt og avgjørdu móti endanum í Ungarn, men so skoraði Sporting í síðstu sekundunum í Póllandi, og týska felagið skal spæla play-off dystir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-07 08:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League vórðu spældir í gjárkvøldið. Talan var um teir fýra dystirnar í 14. umfari í bólkinum hjá Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin.

Har var týska høvuðsstaðarfelagið í hørðum stríði við Sporting CP og PSG um seinna beinleiðis plássið til fjórðingsfinalurnar, sum er 2. plássið í bólkinum.

Veszprém hevði longu vunnið bólkin, og á útivølli móti júst ungarska stórfelagnum gjørdi Füchse Berlin sítt og vann í gysara. Hákun West av Teigum skoraði tvey mál uppá fýra skot í 33-32 sigrinum.

Útiliðið var annars á odda við nøkrum málum í seinna helmingi av 2. hálvleiki, men Veszprém javnaði, tá 25 sekund vóru eftir.

Füchse fór í álop, og bólturin kom út á vinstra vong til Tim Freihöfer. Hann hevði verið púra tryggur alt kvøldið, og einki undantak var, tá fimm sekund vóru eftir, og alt var uppá spæl. Freihöfer avgjørdi dystin, og stóri frøi á teimum í svørtum.

PSG kundi nú ikki fáa 2. plássið, men Sporting CP hevði framvegis lagnuna á egnum hondum, tá farið var á vøllin í Plock. Eins og í Póllandi, varð ógvuliga tætt til endans, og útiliðið fekk neyðuga málið móti endanum. Plock hevði annars bóltin og var á odda, men tveitti hann burtur, og Sporting CP revsaði við kassa eitt, tá klokkan vísti 29.53.

Endaliga støðan í bólkinum

Stór frøði á portugisiska liðnum: Hetta er fyrstu ferð, at eitt portugisiskt lið er millum tey seinastu átta liðini í Champions League. Veszprém, Barca og Aalborg eru eisini í fjórðingsfinaluni.


Hæddarpunktini frá dramatiska endanum í Póllandi

Hákun og teir eru ikki lidnir í Champions League. Síðstu vikuna í mars og fyrstu vikuna í mars eru playoffdystir á skránni móti pólska Industria Kielce. Hetta er í play-off umfarinum, har samlaði vinnarin sleppur í fjórðingsfinalurnar.

[object Object]
Mynd: EHF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder