
Við níggjunda sigrinum á rað er Füchse Berlin nú so tætt týska meistaraheitinum sum gjørligt er.
Tað vóru eingin gummibein ella gummiarmar móti Gummersbach. Álopsmaskinan hjá Füchse koyrdi bara í Berlin.
Tað endaði 45-35 eftir hálvleiksstøðuna 22-15.
Mathias Gidsel var aftur í hopla við millum annað 11 málum.
Hákun West av Teigum gjørdi sítt av høgra vongi. 23-ára gamli føroyingurin skoraði fimm ferðir í týðandi sigrinum.
Hann brendi eisini tvey skot, men Hákun er nær einum søguligum avriki. Füchse Berlin hevur ongantíð áður vunnið týska meistaraheitið.
Eydnast tað at vinna í Mannheim móti Rhein-Neckar sunnudagin, so er Bundeslig-gullið heima. Tað er tað eisini, um Magdeburg ikki fær fult í sínum dysti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald