Hondbóltur

Fuchse fekk javnleik í evstu løtu í Flensburg

Hákun West av Teigum var ikki á vøllinum í tætta toppdystinum í Bundesliguni. Jóhan á Plógv Hansen skoraði trý mál fyri heimaliðið í 31-31 dystinum.

Tað var um reppið, at Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt av álvara komu inn í gullstríðið í Týsklandi

Tað var um reppið, at Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt av álvara komu inn í gullstríðið í Týsklandi

2024-02-25 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórdystur var í Bundesliguni seinnapartin, tá Flensburg-Handewitt tók ímóti Füchse Berlin. Heimaliðið skuldi vinna fyri at veruliga halda seg inni í meistarastríðnum, meðan høvuðsstaðarfelagið kundi taka eitt stórt fet frá júst Flensburg og serliga Magdeburg, ið ikki spælir í vikuskiftinum.

Oddaliðið í deildini hevði yvirtakið størsta partin av 1. hálvleiki, men so komu nógvar bjargingar, og tað stóð á jøvnum 17-17 í steðginum. Restina av dystinum var ógvuliga tættur. Nógv góðska var á spælinum, har nógvir danir gjørdu bart.

Hjá Fücshe Berlin var tað sum vant serliga Mathias Gidsel. Hann gjørdist toppskjútti í dystinum við níggju málum. Hans Lindberg spældi allan dystin, meðan Hákun West av Teigum sat á bonkinum.

Royndi danski høgri vongurin skoraði sjey ferðir, men tað var Lasse Andersson, sum ikki var við til EM, ið tryggjaði javnleikin. Bakspælarin fór ígjøgnum, tá trý sekund vóru eftir. Hann breyt ígjøgnum breitt og skoraði væl til 31-31.

Tað hevði annars ligið meira til Flensburg-Handewitt seinastu løtuna. Pytlick og hinir spældu væl og kundu avgjørt tað í álopinum frammanundan. Tað eydnaðist ikki, og liðið hjá Hákuni hevur nú trý stig niður til 2. plássið. Í Bundesliguni endar tað ikki við finalum - tað er tann gamla/vanliga deildarskipanin.

[object Object]
Støðan í Bundesliguni í løtuni - Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel spæla í løtuni móti Eisenach, sum liggur í botninum 

Jóhan á Plógv Hansen hevði ein góðan kontramøguleika seint í dystinum, sum Fücshe-málverjin bjargaði. 29-ára gamli havnarmaðurin skoraði annars trygt uppá hini trý skotini, sum hann hevði í toppdystinum. Jóhan spældi allar 60 minuttirnar á høgra vongi.

Flensburg-Handewitt er framvegis seks stig frá 1. plássinum og trý stig frá Champions League-plássi.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder