London-feløgini Brentford og Fulham leiktu í gjárkvøldið playoff-finaluna um tað seinasta plássi, ið gevur upprykking til Premier League. Dysturin verður róptur “mest virðismikli dysturin í heiminum”, tí saman við Premier League plássinum fylgja áleið 1,3 milliardir krónur.
Tað sást at tað var nógv uppá spæl, tí liðini vóru sera varin í fyrra hálvleiki, ið ikki beyð uppá teir stóru málmøguleikarnar.
Liðini byrjaðu eisini seinna hálvleik varisliga. Tað komu heldur ikki teir heilt stóru málmøguleikarnir í seinna hálvleiki. Tað var fyri mesta uppá langskot ella deyðbóltar, at liðini nærkaðust málinum hjá mótstøðuliðinum.
Tá vanliga leiktíðin var farin stóð framvegis á jøvnum 0-0, og tí var farið til longda leiktíð. Tá kom meira lív í dystin. Tá 105 minuttir vóru leiktir, legði Fulham seg á odda við beinleiðis frísparki frá Joe Bryan, sum setti bóltin í netið við nærmastu stong. Skotið snýtti Brentford málverjan, sum stóð langt úti í málteiginum, har hann helst væntaði eitt innlegg.
Eftir hetta trýsti Brentford fyri at fáa tað útjavnandi málið, men ístaðin var tað Fulham, ið økti til 2-0, tá Bryan enn einaferð skoraði. Hesaferð eftir flott samanspæl við Aleksandar Mitrovic. Í seinasta minuttinum av yvirtíðini í longdu leiktíðini minkaði Henrik Dalsgaard um munin til 1-2, men tað var ov seint til at fáa spenning í dystin aftur, tí stutt aftaná bríkslaði dómarin dystin av.
Harvið rykkir Fulham upp í Premier League saman við Leeds og West Bromwich.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald