Fótbóltur

Fýra broytingar í U21-hópinum

Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen hava fingið fýra avboð til dystirnar móti Spania og Montenegro, sum verða 8. og 13. oktober.

Hannes Agnarsson úr B36 er millum annað boðsendur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hannes Agnarsson úr B36 er millum annað boðsendur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-10-03 13:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skaðar gera um seg, og tí eru venjararnir hjá U21-landsliðnum, Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen noyddir at gera fýra broytingar í hópinum.

Rói Mørk Hentze, Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen og Jonn Johannesen hava allir givið avboð til EM-undankappingardystirnar sum verða í næstum.

Í staðin eru Jákup Nolsøe Olsen, ÍF, Pætur Skipanes, NSÍ, Hjalti Kárason Djurhuus, EB/Streymur og Hannes Agnarsson, B36 boðsendir til dystirnar móti Spania og Montenegro.

Hósdagin 8. oktober klokkan 17:45 spæla Føroyar og Spania á Tórsvølli, og týsdagin 13. oktober klokkan 17:00 spæla Føroyar og Montenegro á Svangaskarði.

Hópurin
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Jákup Nolsøe Olsen, ÍF
Ari Olsen, Víkingur
Hjalti Kárason Djurhuus, EB/Streymur
Jákup B. Andreasen, KÍ
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Andri Benjaminsen, B68
Hannes Agnarsson, B36
Ragnar Samuelsen, B36
Ólavur Niclasen, KÍ
Noah Mneney, Víkingur
Lukas Giessing, AB (Danmark)
Pætur Skipanes, NSÍ
Stefan Radosavljevic, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Daniel Johansen, HB
Pætur Petersen, HB
Steffan Løkin, NSÍ
Adrian Justinussen, HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder