Seinasti FM-róðurin fyri ólavsøku var í Miðvági á Vestanstevnu seinnapartin, og hjá fleiri er longu greitt hvør er Føroyameistari.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Hjá 8-mannaførum er greitt, at Nevið Reyði er Føroyameistari. Teir hava verið tryggir allar róðrarnar í ár, og við fyrsta plássinum í dag vunnu teir við einari bátslongd. Nevið Reyða hevur 42 stig, og tí fær Knørrur á øðrum plássi við 33 stigum ikki klaksvíkingarnar aftur.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Hjá 5 mannaførum gentum hevur Drekin 38 stig, og átta stig eru niður til Fípuna Føgru á øðrum plássi. Sostatt er Drekin úr Havnar Róðrarfelag FM-vinnari hjá 5 mannaførum gentum.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Fuglfjarðarkvinnurnar umborð á 5 mannafarinum Erlu Kongsdóttir hava seinastu árini verið sannførandi, og árið í ár er einki undantak. Tær vunnu sjeynda róðurin á rað, og tryggjaðu sær FM-heitið við 42 stigum hjá 5 mannaførum kvinnum.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Í tíggjumannafarsróðrinum hevur heldur eingin ivi verið seinastu árini, og tað var tað heldur ikki í ár. Ormurin Langi úr Róðrarfelagnum Knørri er føroyameistari, og hevur vunnið allar róðrarnar í ár. Næstur honum er Havnarbáturin við 34 stigum.
Hjá 6-mannaførum menn er Smyril úr Vági sjey stig frammanfyri Sundabátin, og tí skal ganga illa um Smyril ikki gerst Føroyameistari á ólavsøku. Hjá kvinnum í somu bátastødd eru eisini sjey stig á muni, har Jarnbardur hevur 42 stig meðan Sølmundur hevur 36 stig.
Ólavsøkan er um tíggju dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald