Fótbóltur

Fýra leikarar úr ÍF til Skála

Jákup Nolsøe Olsen, Emil Weihe Joensen, Steinbjørn Olsen og Ari Ellingsgaard sum allir spældu við niðurflytarunum í ÍF í fjør hava skrivað undir sáttmála við Skála.

Steinbjørn Olsen sum í fjør spældi við ÍF hevur annars verið rundan um og í hópinum hjá KÍ seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

Steinbjørn Olsen sum í fjør spældi við ÍF hevur annars verið rundan um og í hópinum hjá KÍ seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-25 21:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skála sum eftir at hava verið og vent í næstbesu deildini, næsta kappingarár aftur spælir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, kunngerð í kvøld fýra nýggjar leikarar.

Allir teirra spældu við niðurflytaranum í ár, ÍF, hetta kappingarárið.

23 ára gamli málverjin Jákup Nolsøe Olsen og 18 ára gamli Emil Weihe Joensen hava gjørt tvey ára sáttmála meðan Steinbjørn Olsen og Ari Ellingsgaard hava sáttmála sum er galdandi fyri kappingarárið 2022.

Skála skrivar soljóðandi:

Ein góð jólagáva til allar Skála fjepparar

Seinastu tíðina eru fleiri sáttmálar komnir í hús, og nú kunnu vit kunngera fylgjandi spælarar, ið skifta til Skála ÍF komandi kappingarár.

Nýggjur málmaður komandi ár verður Jákup Nolsøe Olsen. Hann verður 23 ára gamal fyrsta dagin, og kemur úr ÍF, har hann hevur verið fastur málmaður í nógv ár. Talan er um ein tvey ára sáttmála, og  vit fegnast yvir at kunna bjóða Jákup vælkomnan til Skála. 

Ein annar spennandi ungur leikari, ið kemur at leika við Skála komandi ár er Emil Weihe Joensen. Hann er 18 ára gamal, og hevur undanfarna kappingarár leikt við ÍF, og frammanundan tað við B36. Eisini hevur Emil royndir frá ungdómslandsliðum. Emil hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við felagið. Spennandi verður at síggja hendan unga mannin á miðvøllinum komandi kappingarár. 

Eisini er Steinbjørn Olsen úr Klaksvík nýggjur leikari á Skála. Steinbjørn er royndur leikari, og hevur verið partur av besta liðnum hjá KÍ í fleiri ár, áðrenn hann í fjør royndi eydnuna við ÍF. Steinbjørn er 25 ára gamal. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2022. 

Harumframt er Ari Ellingsgaard eisini klárur at tørna út fyri Skála ÍF komandi Kappingarár. Ari er úr Fuglafirði, men býr saman við konuni Gurðið á Strondum. Ari er 28 ár, og hevur flest øll árini leikt við barndómsfelagnum ÍF, tó at hann hevur okkurt árið við NSÍ og EB/Streymi á CV’num eisini. Ari hevur gjørt sáttmálall fyri kappingarárið 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder