Hetta vikuskiftið hava føroysku U16-kvinnurnar og U18-kvinnurnar verið í Íslandi og leikt tveir landsdystir í part móti íslendingum, og endaði tað við fýra sigrum til íslendingar.
U16-kvinnurnar skulu spæla European Open í Gøteborg í døgunum 4. – 8. juli, meðan U18-kvinnur fyrireika seg til HM-endaspælið í Norðurmakedonia, sum verður 30. juli til 10. august.
Leygardagin vunnu íslendingar báðar dystir við tveimum málum, og sunnudagin endaðu báðir dystir eisini við trýmáls-sigri til íslendingar.
Føroysku U16-kvinnurnar taptu leygardagin tepurt 25-23 fyri Íslandi, eftir at Ísland var á odda 17-13 í hálvleikinum, og sunnudagin endaði seinni U16-dysturin við 22-19 til Ísland, eftir at íslendingar vóru frammanfyri føroyingar 10-7 í hálvleikinum.
Úrslitið hjá U18-kvinnunum leygardagin gjørdist 31-29 til íslendingar. Í hálvleikinum var støðan tó 17-17. Sunnudagin endaði tað við einum 27-24 sigri til íslendingar, eftir at Ísland var frammanfyri 13-10 í hálvleikinum.
Komandi vikuskifti verða eisini tveir ungdómslandsdystir á skránni millum føroyingar og íslendingar. Tá koma íslendsku U16-menninir til Føroya. U16-landsliðið skal fyrireika seg til European Open í 2023, og verður ein dystur spældur leygardagin og ein sunnudagin. Báðir verða spældir klokkan 17, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald