Hondbóltur

Fýra svenskir leikarar í býnum mikukvøldið

Liðformaðurin Jim Gottfridsson, Andreas Nilsson, Lukas Nilsson og Kim Ekdahl Du Rietz vóru sæddir á einum skeinkistaði í Malmö. Teir høvdu ikki fingið loyvi til tess. Leikararnir hava nú biðið um umbering og fáa ikki nakra revsing. Svøríki spælir í kvøld sín fyrsta dyst í millumumfarinum í Malmö.

Jim Gottfridsson er liðformaður og størsti profilurin á svenska liðnum. Hann var ein teimum fýra. Leikararnir vóru ikki ávirkaður, men teir brutu liðreglurnar og vóru við at skapa eina heldur keðiliga mynd fyri alemenninginum (Mynd: EPA)

Jim Gottfridsson er liðformaður og størsti profilurin á svenska liðnum. Hann var ein teimum fýra. Leikararnir vóru ikki ávirkaður, men teir brutu liðreglurnar og vóru við at skapa eina heldur keðiliga mynd fyri alemenninginum (Mynd: EPA)

2020-01-17 08:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftonbladet avdúkaði í gjárkvøldið, at fýra av leikararunum í EM-hópinum høvdu verið ein túr í býnum í Malmö mikukvøldið. Talan var um profilar: Liðformannin Jim Gottfridsson, Andreas Nilsson, Lukas Nilsson og Kim Ekdahl Du Rietz. Teir vóru sambært keldum hjá blaðnum sæddir við drykkjum og víni, og hetta hevur skapt røring í, í Svøríki.

Reglugerðin á svenska manslandsliðnum í hondbólti er, at leikarar skulu biðja um loyvi til at drekka øl ella vín afturvið matinum, tá liðið er savnað. Í hesum førum vóru leikararnir farnir út uttan loyvi, og teir høvdu drukkið alkohol uttan loyvi. Talan var tó ikki um ávirkaðar landsliðsleikarar, og sambært Aftonblaðnum fóru teir heim, tá staðið stongdi á midnátt. 

Landsliðsvenjarin, Kristján Andrésson sigur at hann er vónbrotin um hendingina. Hann og leikararnir hava tosað um støðuna innanhýsis, og teir fýra hava biðið restina av hópinum um umbering. Eisini hava teir biðið almenningin um umbering í einum tíðindaskrivi, ið svenska hondbóltssambandið sendi út, stutt eftir at svenskir miðlar skrivaðu um málið. Í tíðindaskrivinum stóð eisini, at talan als ikki var um nógv rúsdrekka, ið leikararnir høvdu fingið niðurum.

Eingin revsing verður til leikararnar fyri at bróta reglurnar - leiðslan fyri landsliðið hevur gjørt greitt, at nú verður hugt frameftir, og tað verður hugsavna seg um tað ítróttarliga.

Har hevur Svøríki eina umráðandi uppgávu fyri framman. Heimaliðið byrjaði endaspælið sera væl við at vinna við 13 málum á Portugal. Síðani gekk tó galið móti Slovenia, og avrikið móti Póllandi mikudagin var heldur ikki tað besta. Sviar hava einki stig víðari til millumumfarið og skulu vinna á Portugal í Malmö Arena í kvøld. Tann dysturin byrjar klokkan 19.30

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder